Nýtt Messell lag á alnetinum

Í oktober kemur nýggja stakfløgan hjá føroyska sangaranum og sangskrivaranum í Norðurjútlandi Messell. Men á myspace heimasíðuni hjá Messell ber longu nú til at hoyra fangandi lagið.

 
Small Town Strangers er nakað av tí besta vit hava hoyrt frá Messell, síðan hann fór at royna seg sum einstaklingur eftir tvær fløgur við Maður:Glotti. Lagið er heitt og vakurt, og liggur væl til røddina hjá Messell, sum í støðum kann minna um Mold og The Reverends sangarin Niclas Thorsteinsson.
Lagið hevur ein dám, ið best kann lýsast sum føroyskt/amerikanskur. Hesin sami dámur, sum t.d. fløgan hjá Present Past hevði. Á tremur við amerikanskum soundi, ið tó er so sera føroyskt. Stak sjarmerandi og fellur væl í oyra.
Sunnudagin spælir Messell konsert á Nørlund Slot, sum ein partur av norðurlendska listadegnum, har í list av ymiskum slagi verður víst fram. Tiltakið er ókeypis og er sunnudagin frá kl. 11 til 16. Sambært heimasíðuni hjá Messell spælir hann kl. 11.
Messell er á myspace.com/messell og songsbymessell.com