Nýtt mentanartíðarrit komið

Nú um dagarnar er eitt nýtt tíðarrit um list útkomið.

Ella sum útgevarin, John Dalsgarð, á forlagnum í Støplum sigur: Til kunningar, undirhald og ónáðir er komið eitt tíðarrit út, sum líkist frá øllum øðrum føroyskum tíðarritum. Heitið fær kanska onkran at hugsa um skipalistan, men Listin 2010 snýr seg minst av øllum um høvuðsvinnuna, tó at húkurin í Klaksvík sleppur at breiða seg yvir heilar fýra síður í ritinum.

Listin 2010 snýr seg um list og mentan og inniheldur tekstir í úrvali av blogginum www.listinblog.blogspot.com, sum Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen skipa fyri og skriva.

Tíðarritið er skipað í tríggjar partar: í Myndlist, Listakjak og List, sum ikki er myndlist. Hetta er einasta føroyska tíðarrit, ið viðger list á rættiliga fjølbroyttan hátt í ummælum, lýsingum, umrøðum o.s.fr.

Í tíðarritinum verða mentanarhugsjónirnar hjá politisku flokkunum lýstar, eins og listasavnið verður viðgjørt sum fyribrigdi. Ummælini eru nógv í tíðarritinum, m.a. av týðandi framsýningum sum Heystframsýningini, Innrás og Ólavsøkuframsýningini.

Listafólkini koma eisini sjálv til orðanna, bæði í samrøðum, hugleiðingum, yrkingum og myndum. Her er talan um Alexandur Kristiansen, Tórodd Poulsen og Carl Jóhan og í tíðarritinum er m.a. ein av yrkingum hansara á kinverskum.