Nýtt málmansmet í Italia


39 ára gamli málmaðurn Gianluca Pagliuca skrivað seg í gjár í italsku fótbóltssøgubøkurnar. Pagliuca spældi sín dyst nummar 570 í italsku Seriu A, og tað er nýtt met fyri ein málmann. Gamla metið átti Dino Zoff. Pagliuca vardi málið hjá Ascoli spældi javnleik 1-1 ímót Messina í gjár. Spælarin, sum hevur spælt flestar dystir í Seriu A, er Paolo Maldini, sum framvegis spælir fyri AC Milan. Maldini hevur higartil spælt 583 dystir í Seriu A.