Trygdarfyritøkan CSIS sigur nú frá, at eitt nýtt ormaálop ger um seg umvegis Facebook. Fært tú boðini »Oh my godd! You loook so funnny in thhis videoo«, ræður um at ansa sær. Trýstir tú á leinkjuna, sum er saman við boðunum, kemur tú á eina síðu, har tín telda verður tappað fyri ymsar upplýsingar. Hartil er vandi fyri, at teldan verður partur av einum bot-kervi, sum teldusníkar nýta til at senda spam-postar.