Nýtt livandi býarrúm í miðbýnum

Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar býráð fyri 2011 skal fjálgast enn meiri um miðbýin, sum skal hava eitt nýtt livandi býarrúm. Miðbýurin í høvuðsstaðnum skal aftur gerast ein livandi býarpartur. Fyrstu stigini hevur handilslívið tikið við nýggjum og spennandi handlum, mat- og kaffistovum í miðbýnum, og næstu stigini tekur kommunan.

Nýggja Perlan og Reinsaríið verða brúkt til borgaravend tiltøk, eins og Posthúskjallarin við millumbilum er karmur um mentanartiltøk av ymsum slag. Umvælingar og broytingar fara fram á Býarbókasavninum, sum eisini verður partur av tí livandi miðbýnum.

Miðbýurin er longu komin upp á eitt hægri støði, tá ið tað ræður um at skapa hugnaligt umhvørvi við blettum og torgum, har trivnaðurin er í hásæti. Kongabrúgvin, Vágsbotnur og Tórsgøta eru vorðnar borgaravinaligari enn áður, og gongdin heldur fram í 2011.

Vaglið, sum fyri mong er sjálvt hjartað í Tórshavn, verður komandi árini umskapað, so ráðhústorgið bæði í sínum arkitektoniska úttrykki og borgaravenda virksemi gerst eitt livandi og spennandi býarrúm. Vaglið og Tórsgøta skulu eisini fáast at hanga betur saman við einari vakrari trappu. Kommunan vil tryggja, at allar broytingar fella væl og náttúrliga inn í umhvørvið og verður í samljóði við grannahús og byggingina á økinum sum heild.