Nýtt lið av heimsmeistarum

Leygardagin vann Italia 2-1 á Skotlandi á Hampden Park í Glasgow. Tað bar við sær, at Italia tryggjaði sær pláss í EM endaspælinum næsta summar.

At tað undan uppgerðini ímóti Føroyum er greitt, at Italia fer at luttaka í endaspælinum hevur havt við sær, at italski venjarin hevur gjørt av at senda eitt so at siga spildurnýtt lið á vøllin ímóti Føroyum.

Bara tveir spælarar, sum vóru við leygardagin, vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Teir eru verjuspælarin úr Real Mardid Fabio Canavaro og álopsspælarin Luca Toni, sum er ættaður úr Modena, har landsdysturin millum Føroyar og Italia verður spældur klokkan 19.30 í kvøld.

Í føroysku leguni verður tað ikki roknað sum fyrimunur, at tað vera aðrir enn teir, ið higartil hava umboðað heimsmeistararnar, sum fara á vøllin í kvøld.

Tað verður hildið sannlíkt, at teir, sum nú fáa møguleikan eftir at hava sitið leingi á beinkinum og bíða, fara at leggja ógvuliga nógv fyri, og kanska meiri enn størstu stjørnurnar høvdu gjørt, um teir skuldu spælt í kvøld.