Næst besta mansliðið hjá ÍA gjørdist nummar trý í B-bólkinum, so illa kann sigast annað, enn at nýggja felagið hevur fingið eina góða byrjan.
Tað er tó ikki hondbóltur millum tey vaksnu, sum vigar mest hjá teimum, sum tóku stig til at stovna felagið. Endamálið var fyrst og fremst at gagnnýta umstøðurnar, sum nýggi skúlin gevur til hondbólt, soleiðis at børnini á Argjum við hesum kundu fáa eitt gott frítíðartilboð. Framman undan hava hópin av argjabørnum spælt við øðrum høvuðsstaðarfeløgum, men tað er einki at taka seg aftur í, at tað er munandi høgligari, tá venjingarhøllin er á Argjum.
– Bæði hjá Kyndli og Neistanum høvdu vit eitt dreingjalið, og tá vit tóku stig til ÍA, vóru tað í fyrstu syftu bara hesi bæði liðini, sum vit høvdu í huganum, sigur Kristian Martin Skála, formaður í ÍA.
– Tað vísti seg tó sera skjótt, at áhugin var nógv størri enn sum so. Vit hava í vetur havt lið í øllum yngru deildum hjá dreingjum, og hjá vaksnum hava vit havt tvey lið, hóast vit bert høvdu ætlanir um tað eina. Hartil er tað stórur áhugi fyri at fáa gentulið eisini, og lítil ivi er um, at hesi eisini verða umboðað í felagnum, tá vit í heyst fara undir nýtt kappingarár, sigur Kristian Martin.
Eftir bert einum ári telur felagið longu 130 limir, og hetta – saman við óvæntaðu uppflytingini – bera við sær, at felagið longu nú arbeiðir við at styrkja um venjarahópin í felagnum.
– Her vóru tað í fyrstu syftu bara vit, sum stovnaðu felagið, ið tóku lut. Vit settu frá byrjan krav um, at skuldu nýggj lið leggjast afturat, skuldu venjarar og leiðarar vera tøkir, áðrenn byrjað varð, og hetta hevur eydnast væl. Hetta byggir alt á sjálvboðið arbeiði, og tað verður eisini neyðugt í framtíðini. Men samstundis boðar ógvusliga tilgongdin frá einum risastórum áhuga, og vit síggja tað tí sum eina skyldu, at vit gera okkara til at gera venjingarnar so góðar og mennandi, sum tað á nakran hátt er gjørligt, sigur formaðurin, sum eisini fegnast um, at útlit eru fyri fleiri hallartímum.
– Høllin á Argjahamri er fín til venjing hjá yngru liðunum, men vøllurin hevur ikki fulla longd. Tí fegnast vit um, at vaksnu liðini hjá okkum nú fáa venjingartímar í hallunum á jøvnum føti við hini liðini í vaksnamannadeildini.
Fakta um ÍA: Stovnað í 2011
Nevndarlimir: Kristian Martin Skála, formaður, Mikael Viderø, Martin Mørk, Nikolai Mohr Balle