Vágur:Formarnir til fundamentið undir fyrru framleiðsluhøllina, sum lemmavirkið Injector Door skal byggja í Vági, eru settir upp.
Injector Door fer at byggja tvær framleiðsluhallir, sum tilsamans fara at vera 2.000 fermetrar, umframt ein skrivstovubygning. Øll verkætlanin fer at kosta einar tríggjar milliónir krónur, sigur Lars Larsen, stjóri í Injector Door.
Hann sigur, at byggingin verður tikin í stigum. Talan er um at gera tvær hallir. Onnur skal verða 750 fermetrar stór, og hin skal verða 1.250 fermetrar.
Fyrst verður tann minna høllin gjørd, og virksemið flutt í hana, beinanveg, hon er liðug. Tað eru fundamentini til hana, teir nú fara undir at stoypa.
Lars Larsen sigur, at teir hava valt at gera tvær stálhallir, sum settar verða niður á betongfundament., Tað var tann bíligasta loysnin, sigur hann. Teir ætla at gera ta minnu høllina sjálvir, meðan helst verður neyðugt at fáa onkran annan at gera ta størru, sigur hann.
Nýggju hølini fara at betra arbeiðsumstøðurnar heilt munandi, sigur stjórin á Injector Door. Sum er, arbeiða 18 mans í leigaðum hølum inni á gamla Polarfrost. Men nýggju hallirnar fara als ikki at kunna samanberast við hesar umstøðurnar, sigur hann.
Felagið ger serligu trollemmarnar, sum Helgi Larsen í Vági hevur uppfunnið. Teir eru gjørdir eftir somu skipan sum veingirnir á flogførum, og spara tí skipinum rættiliga fitt av orku.
Teir hava nokk at gera í smiðjuni, sigur stjórin. Teir hava arbeitt í skiftum, tá á hevur staðið.
Lars Larsen sigur, at teir higartil hava útflutt lemmar til fleiri lond. Og tað er víða í heimi. Heilt til New Zealands og Chile hava teir selt trollemmarnar. Umframt allastaðni her á okkara egnu leiðum. Øll Norðanlond uttan til Finlands. Stóra Bretland, Írland, Týskland. Og longri burtur sum Portugal, Grønland og USA er støð, sum lemmarnir eru seldir til, sigur Helgi Larsen.