Nýtt landsstýrisfólk verður sett

Hóast tað stundar móti løgtingsvali, ætlar løgmaður at seta nýtt landsstýrisfólk

Hóast løgtingsval verður í seinasti lagi um ellivu mánaðir, so verður ein nýggjur landsstýrismaður settur í samferðslumálum. Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í viðmerking til Miðlahúsið.


Neyðugt er at tilnevna nýggjan landsstýrismann, aftaná at Henrik Old í dag boðaði frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður, tí hann er ósamdur í raðfestingini hjá samgonguni av tunlunum til Dals og Fámjin.


Løgmaður upplýsir, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, nær nýggi landsstýrismaðurin verður settur, men at tann avgerðin verður tikin í samráð við tingbólkin.


Løgmaður er annars í løtuni á veg til Danmarkar, har hann skal vera við til setanina av Fólkatinginum í morgin.