So hevur Coldplay lagt enn eitt nýtt lag á netið, og danska tónleikaheimasíðan gaffa.dk vísur fram lagið í dag.
Lagið er eitt av 14 løgum á nýggju fløguni við heitinum Mylo Xyloto.
Mánadagin kemur fløgan á gøtuna, og er tað fimta fløgan hjá Coldplay. Seinasta fløgan hjá Coldplay kom í 2008, og bar heitið Viva La Vida Or Deatg And All His Friends, sum gjørdist eitt heimshitt.
Gaffa hevur fingið einarætt í Danmark uppá at spæla seks løg - eitt um dagin fram til sunnudagin.
Fyrsta lagið kom á heimasíðuna í gjár, og var tað Hurts like Heaven, og í dag er tað lagið Us against the World, sum liggur á síðuni.
Chris Martin, sangari í Coldplay, sigur við heimasíðuna hjá Gaffa, at fløgan er ein søgugongd, har øll løgini greiðar víðari frá somu søgu.
Fløgan kemur á marknaðin mánadagin.