Nýtt lag frá The Dreams

Føroyski bólkurin The Dreams fer nú út um Skandinavia við teirra tónleiki, og í tí sambandi almannakunngera teir nú eina nýggja single við heitinum ?Under the sun?. Hetta lagið verður sostatt fyrsta singlan hjá The Dreams, av teirra fyrstu ensku fløgu.

 

Lagið kemur á gøtuna mánadagin, tá ið tað millum annað verður at hoyra á Itunes og Tdc. Og í komandi viku fær videolagið eisini frumframsýning í sendingini hjá DR1 ? Boogie.

 

The Dreams arbeiða í hesum døgum við at fáa sáttmálar við fløgufeløg í fleiri ymiskum londum, har ímillum Amerika, Bretland og Kina.