Fløgan kemur á marknaðin fríggjadagin, tá ið Páll Finnur Páll eisini bjóða til móttøku í Miðlahúsinum.
“Rúsurin virkar ei longur” er heitið á lagnum, sum nú er lagt á YouTube. Hetta er annað lagið, sum bólkurin hevur almannakunngjørt av fløguni – fyrsta lagið bar heitið “Eg drepi meg sjálvan”.
Fríggjakvøldið verður Hvonn Live sendingin hjá Rás2 á skránni, og har verða menninir í Páll Finnur Páll gestir á Hvonn. Tá verður kjakast um tónleikin hjá bólkinum, eins og livandi tónleikur frá Páll Finnur Páll verður á skránni.
Leygarkvøldið vitja Páll Finnur Páll TB-húsið á Tvøroyri. Hetta verður fyrsta konsertin hjá bólkinum eftir at nýggja fløgan er komin út