Nýtt lag frá nýggja bólkinum BYRTA

BYRTA er nýggj føroysk elektro duo mannað av songkvinnuni Guðrið Hansdóttir og tónleikaranum Janus Rasmussen.

 

Guðrið og Janus byrjaðu at gera tónleik saman tá bæði vóru búsett í Reykjavík, fyri góðum tveimum árum síðani og úrslitið er ein fløga við føroyskum elekto poppi. Fløgan er júst ljóðblanda og mastra og kemur út um miðjan maj.

 

Nýggjasta stakfløgan er lagið "Eydnan". Og um hetta lag kann sigast at teksturin er skrivaður av Elin Heinesen og var hetta lagið á útgávuni Nalja. Men BYRTA hava gjørt nýtt lag til tekstin og nýggja útseting.

 

Hoyrið lagið VIÐ AT TRÝSTA HER