Nýtt lag frá Mariusi

Marius Ziska hevur slept einum nýggjum lag í dag gjøgnum plátufelagið Tutl. Lagið eitur Silvurlín.

 

Tað er Hans Marius Ziska sjálvur, sum syngur og spælir guitara, Heðin Ziska Davidsen spælir guitara og forritar, Allan Tausen spælir kassaguitara og syngur undir. Brandur Jacobsen og Per Ingvald Højgaard Petersen spæla trummur, Mikael Blak spælir bass og synth og Magnus Jóhannessen spælir Rhodes-guitara.

 

Sangurin er tikin upp í Block studio. Fred Ruddick hevur ljóðblandað og Greg Calbi mastrað. Eyðum Müller Thomsen hevur gjørt filmsupptøkurnar.