Nýtt lag frá Kelduni

Keldan hevur júst givið nýtt sjónbandalag út til nýggja sangin 'Ævigan sigur'. Sangurin er skrivaður av lovsangstoyminum í Kelduni, og tað eru systkini Bodil og Markus Olsen, sum syngja sangin saman við kórinum í Kelduni. Afturat teimum eru tónleikarnir hesir:

 

Jógvan Andersen, Klaver

Dánjal Eliassen, Klaver

Johnny Mikkelsen, El guitar

Andras Eliassen, El Guitar

Kirstin Olsen, Guitar

Álvur F. Christiansen, Guitar

Dánjal Vestergaard, Trummur

Mihail Petreanu, Bass

Pætur Høj hevur framleitt sjónbandalagið, og Johnny Mikkelsen hevur staðið fyri ljóðupptøkum og ljóðblandi.