Nýtt lív til tey orðblindu

Tað er nærum eitt tabu at viðganga, at ein er orðblindur. Men nú er hjálp at fáa hjá hesum bólkinum. - Vit síggja tað so ofta, og tí vita vit, at okkara viðgerð gevur teimum bæði sjálvsálit og eitt heilt annað lív, sigur Annita Nielsen, stresskonsulentur.

- Tað følist akkurát sum eg havi fingið ruddað upp í heilanum og havi lagt orðini upp á pláss!

Soleiðis segði ein drongur í 5. flokki, eftir at hann hevði verið til hesa viðgerðina, tí hann var orðblindur.

Hesin drongurin hevði trupulleikar við at lesa og skriva í skúlanum, og av somu orsøk var sjálvsálitið sera lítið.

Eftir eitt ávíst tal av viðgerðum, kundi hann nú anda lættan, síggja heimin við nýggjum eygum og veruliga seta sær nýggj mál fyri framtíðina.

At loysa trupulleikar við orðblindni eru bert ein av møguleikunum við hesi serligu viðgerðini. Hava fólk strongd, ynskja at leggja av at roykja, ætla at klænka seg ella vilja minnast betri, er henda viðgerðin ein møguleiki.

Tey flestu sum koma til hesar viðgerð fyri orðblindni eru børn. Fá tilboð eru til henda bólkin, men mong teirra fáa eitt annað og betri lív eftir at hava verið til theta-viðgerð.

- Jú, tað henda slík smærri undurverk hvønn einasta dag!, staðfestur Annita Nielsen, sum er ættað úr Havn, men sum býr í Danmark.