Í dag útkemur fyrsta útgávan av kvinnublaðnum HON. HON er framleitt av blaðfólkum hjá Sosialinum, og tað er Miðlahúsið sum gevur blaðið út. Blaðið kemur út eina ferð um mánaðan, og tað verður borið ókeypis út í hvørt heim í Føroyum. Kvinnublaðið HON kemur út saman við Sosialinum.
Leita í tínum postkassa, um tú vilt vita, hvar tú kanst finna besta cappuccino í Havn. Tú kanst eisini lesa, hvussu tú endurnýggjar eitt rúm fyri 250 krónur. Vit gera samrøðu við møðgurnar Leu og Sissal Kampmann, og vit spyrja eigaran av Soul Made, hvussu tað er at vera sniðgevi í Føroyum. Á síðu 14 sært tú, hvussu tú gert laksaspjót við sitrónsós, og á síðu 16 fortelur okkara DIY-serfrøðingur, hvussu tú fært skapað miðjarhavsstemning í heiminum.
Aftast í blaðnum eru eini greið boð frá serfrøðingi: Kvinnur skulu blaka seg á sofuna! Hesi boðini kanst tú passandi akta, meðan tú lesur nýggja kvinnublaðið HON. Redaktiónin er fegin um at kunna veita tær lættan og lekran lesnað púra ókeypis, og sendur í samband við útgávuna eina heilsan til allar kvinnur í Føroyum:
"Vit síggjast tínum postkassa"