Nýtt kolveltandi regndekk

Í Skandinavia hava fleiri øki vátar vegir tríggjar av fýra døgum um árið í meðal, og í Føroyum man tað vera fýra av fimm døgum í meðal.

Tað vita flestu bilførarar sum tí - sambært dekkframleiðarunum - leggja størstan dent á, hvussu dekkini klára seg á vátum vegi. Stórur munur er á førleikunum at standa fastur á vátum vegi, vísa nýggjastu dekkroyndirnar og -kanningarnar. Hesi úrslit hava elvt til, at nakrir dekkframleiðarar eru farnir at menna serstøk regndekk.

Regndekkið frá GoodYear eitur HydraGrip, sum er skapt til at sleppa undan vatnglíðing (aquaplanning) og at bremsa best møguligt á vátum vegi. Eisini førleikan at halda bilin á rættari kós, tá koyrt verður gjøgnum sving, hevur verið raðfest frammaliga.

Nýggju dekkini skilja seg frá øðrum við, at mynstrið og samansetingin av ymisku tilfarsliðunum er øðrvísi. GoodYear hevur skapt dekkmynstrið út frá tí, vit kenna frá tøknini í nútímans vetrardekkum við lamellum og drenrásum. Tað gevur eina ógvuliga smidliga viðberaflati millum dekk og veg, har nógvir smáir kantar millum smáu lamellirnar skapa neyðugu gníggimótstøðuna (friktiónina) og neyðuga støðufestið.

FDM hevur roynt nýggju dekkini á GoodYear royndarbreytini í Mireval í Suðurfrankaríki. Teir siga, at "nýggju dekkni hava eyðsýnt ein betri førleika at standa føst á vátum vegi. Samanberandi bremsuroyndir við nýggju dekkunum og tey hjá kappingarneytunum vístu, at ítøkiligur fyrimunur var við HydraGrip-dekkunum á øllum økjum. Mest undranarvert var ein roynd, har tveir líka bilar - ein bilur við HydraGrip-dekkum og ein bilur við einum dekki frá kappingarneytanum - koyrdu við somu ferð á eini sirkulbreyt, har eitt øki var sprænt við vatni. Í váta økinum var bilurin við HydraGrip-dekkunum næstan óávirkaður, meðan bilurin við dekkunum hjá kappingarneytanum gleið ein heilan metur til síðuna".

Royndin vísir, hvat kann henda, um tú koyrir ígjøgnum eitt vátt sving. Í ringasta føri fer bilurin so nógv til síðuna, at hann kemur yvir í hina koyribreytina ella fer av vegnum. HydraGrip er ment til at halda kósina í slíkum føri.

Super Dekk umboðar GoodYear í Føroyum og hevur HydraGrip-dekkini á goymslu


Kelda: FDM - Motor nr. 4 apríl 2004