Nýtt Klaksvíkar Sjúkrahús

Bygningarnir í føroyska sjúkrahúsverkinum hava havt eina langa søgu við krotusmiði og forfalli. Men seinastu árini er ein miðvís nýbygging og útbygging farin fram soleiðis, at nú er komið til Klaksvíkar Sjúkrahús

So vítt eg minnist, so varð tað táverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Jóannes Eidesgaaard, sum setti eina kanningarnevnd av serkønum innan kanning og viðgerð fyri at gera ein úrskurð um hølisviðurskiftini í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Nevndin kom til ta niðurstøðu, at tað stóð illa til og at verst var á Suðuroya Sjúkrahúsi. Niðurstøðan varð so brúkt sum grundarlag fyri at seta skøtil á tað stórverk sum kom, at verða endurnýggjan og nýbygging at verkinum.

Av tí at viðurskiftini á Tvøroyri vóru út av lagi vánalig varð byrjað har, og í 1995 stóð eitt nýtt og snotuligt Suðuroyar Sjúkrahús klárt at flyta inn í. Hetta varð ein stórur dagur fyri suðuroyingar og ikki ein minni stórur dagur fyri sjúkrahúsverkið og Føroya folk.

Næsta átakið varð so Landssjúkrahúsið og longu í 2004 stóð reysti G-byggningurin við hølum og tólum til reiðar at taka ímóti vónfulla starvsfólkinum. Síðani hevur ein miðvís umbygging av eldra partinum av sjúkrahúsinum farin fram. Einar 35 milliónir árliga í eini 10 ár tykist at verða málið.

Nú er so tíðin at enda komin til at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík. Í ár kom so “Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”, sum millum annað ræður til munandi ábøtur á byggningarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri at klára komandi avbjóðingar.

Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumannaráðum, Hans Pauli Strøm, hevði tí á fundi ta viðmerking, at skøtil skuldi setast á Klaksvíkar Sjúkrahús í 2009. Hetta vil siga um gott og væl eitt ár. Farið er tí í gongd við at fáa pening til at projektera hetta verk.

Starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur longu í drúgvum bólkaarbeiði gjørt eitt tilmæli til leiðsluna viðvíkjandi metta tørvinum. Í løtuni verður so bíðað eftir eini minni játtan frá Landsstýrinum fyri at seta gongd á málið.

Hetta eru góð tíðindi fyri borgarnar í Norðuroyggjum, Eysturoy og restini av Føroyum. Tað nýggja Klaksvíkar Sjúkrahús verður sostatt tann seinasti luturin í nýggju og framkomnu karmunum um Sjúkrahúsverk Føroya.