Nýtt kirkjuorgul í Fríðrikskirkjuni

Sunnudagin varð nýtt kirkjuorgul vígt í Fríðrikskirkjuni á Nesi á Toftum. Martin Restorff Jacobsen, prestur, er fegin um nýggja orgulið, sum hevur 29 røddir, yvir 2000 pípur og tríggjar tangentrøðir. - Kirkjuráðið hevur arbeitt við hesum síðani 1994, og tískil eru vit glaðir, nú nýtt orgul loksins er komið, sigur prestur

Tá Fríðrikskirkjan varð vígd í 1994, var ætlanin longu tá at fáa nýtt pípuorgul, sum hóskaði inn í myndina, í staðin fyri at keypa brúkt elektroniskt orgul, men ikki fyrrenn níggju ár seinni kunnu prestur, kirkjuráð og avvarðandi annars gleðast um nýtt orgul í Fríðrikskirkjuni.

Kostnaðurin fýra milliónir
Martin Restorff Jacobsen greiðir frá, at orgulið er gjørt í Danmark av partafelagnum P/G Andersen & Bruun, sum fyri hálvum øðrum ári síðani fór undir arbeiðið, tá sáttmáli varð undirskrivaður um verkætlanina.
- Orgulið kostar góðar fýra milliónir, og so kemur MVG afturat. 29 røddir, yvir 2000 pípur og tríggjar tangentrøðir eru, og orgulið er ógvuliga vakurt og fellur væl inn í landslagið í kirkjuni annars, sigur ein vælnøgdur prestur.
Spurdur, um fleiri ikki hava mett, at kostnaðurin á fýra milliónir hevur verið í dýrara lagi, er presturin samdur.
- Jú, hetta er eitt dýrt orgul, og summi hava havt ta áskoðan, at eitt elektroniskt orgul, sum vit higartil hava havt, hevði verið ein betri loysn, men sjálvur haldi eg talan vera um eina góða íløgu.
Prestur leggur afturat, at á einum pípuorguli kann alt jú skiftast út mótvegis einum elektroniskum orguli, og hesi orgul halda tískil sera leingi. Í Danmark finnast pípuorgul, sum vórðu bygd í 1700 talinum, og sum enn rigga sera væl, so nýggja pípuorgulið er ein langtíðarloysn.

Gamalt ynski
Sjálvur hevur Martin Restorff Jacobsen verið prestur í hálvtannað ár í Fríðrikskirkjuni, men hann veit frá kirkjuráðnum, at líka síðani kirkjan varð tikin í nýtslu í 1994, hava ynski og ætlanir verið um nýtt orgul.
- Sáttmáli varð undirskrivaður fyri umleið hálvumøðrum ári síðani, og umframt arkitekt kirkjunnar, Høgna Larsen, hevur fakráðgevi okkara verið danin Finn Evald, sum er dómorganistur í stóru kirkjuni í Roskilde, sigur Martin Restorff Jacobsen.
Sum prestur fegnast hann um, at nýtt og stórsligið orgul nú er at síggja og hoyra í Fríðrikskirkjuni, og sunnudagin var so fyrsti dagurin, tá almenningurin kundi njóta tónarnar úr nýggja orgulinum fylla rúmið, tá vígsla varð hildin.
Tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á arkitektinum í Fríðrikskirkjuni, Høgna Larsen.