Nýtt kampingøki í Klaksvík

Økið skal vera sunnanfyri svimjihøllina, og ætlanin er, at tað skal gerast klárt skjótt

Kampingøkið í Klaksvík verður nú flutt. Fyrr hava kamparar brúkt økið við barnagarðin Fjallafípan, sum er úti í Grøv, men hetta økið skal nú brúkast til útbygging av barnagarðinum, nú ein nýggjur skáli skal leggjast afturat stovninum. Hetta økið leigar kommunan frá Norðoya Kunningarstovu til útbyggingina. 

 

 

Tí var viðgjørt og samtykt á býráðsfundi í gjár, at kommunan skal gera eitt nýtt øki klárt. Hetta økið skal vera sunnanfyri svimjihøllina, og ætlanin er, at tað skal gerast klárt skjótt, soleiðis at tað kann brúkast í summar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. 

 

 

-Hetta økið passar seg væl til kamping, tí tað er mitt í býnum, men tó eitt sindur burturfrá, leggur hann afturat.

 

 

Hallgerð Akurstein leiðari á Norðoya Kunningarstovu, greiðir frá, at kamping økið verður nógv brúkt.

 

-Tað er altíð onkur á kampingplássinum, hóast tað er ikki altíð er fult. Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum brúka kampingøkið, sigur Hallgerð Akurstein.  

 

Økið er ikki størt, og hevur bert pláss fyri átta bilum og átta tjøldum, og hevur nakað við brandreglarnar at gera. Skalt tú hava størri pláss, so krevur tað meir,  sigur hon. 

 

 

 

Hon leggur afturat, at tað er umráðandi, at økið verður útvegað, og at plássið sunnanfyri svimjihøllina er góð plasering, tí tað er nær svimjihøllina og hinar hallirnar.