Nýtt kaffihús í Vágsbotni
Tað er júst í ringum tíðum, fólk hava brúk fyri at fara út og kobla frá við einum góðum kaffimunni, heldur Lis Eklund, sum í næstum letur upp Kaffihúsið í Vágsbotni
<InvalidTag content="" name="Titel" />
<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
Hóast kreppan hevur rakt matstovuvinnuna hart, ræðir tað ikki Lis Eklund frá at lata upp nýtt kaffihús í næstum.<o:p></o:p>
Saman við manninum Jóhann í Niðristovu ger hon nú dreymin um at bjóða føroyingum ein væl skonktan kopp av kaffi til veruleika, tá kaffistovan Kaffihúsið letur upp 1. desember í nýggja bygninginum hjá Fiskimannafelagnum í Vágsbotni. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Væl skonkt kaffi<o:p></o:p>
Nýggja Kaffihúsið fer at borðreiða við ymsum sløgum av kaffi og løttum rættum. Eisini verður høvi at munna sær á okkurt sterkari, men tað verður serliga tann væl skonkti kaffimuðurin, sum verður vørumerki hjá Kaffihúsinum.<o:p></o:p>
- At bryggja ein veruliga góðan kopp av kaffi, er ikki sørt av einum kynstri. Tí hava vit eisini fingið hjálp frá dóttur okkara, sum hevur arbeitt á Kaffitár í Reykjavík, har hon hevur lært at bryggja vælumtóktar koppar av kaffi sum til dømis Cappucino, espresso, cafe latte o.s.fr, sigur Lis Eklund, sum nú eisini sjálv er farin undir at læra seg at gera nýggju sløgini av kaffi.<o:p></o:p>
Í fyrsta umfari verður Kaffihúsið bert opið í dagtímunum, men í summar er ætlanin at hava opið longri út á kvøldarnar. Hartil hava eigararnir søkt býráðið um loyvi at servera uttandura nú í desember mánaða. <o:p></o:p>
Hóast tað kann ljóða heldur kalligt við uttaduraservering í desember mánaði, ivast Lis Eklund ikki í, at tað fer at verða sera huganligt.<o:p></o:p>
- Vit hava fyrireikað okkum væl við markisum, hitalampum og veggum sum líva fyri vindi. So har skal nokk blíva gott at seta seg niður eina løtu við einum glasi av gløgg ella einum kaffimunni og slappa av mitt í øllum jólaskundinum.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Tænastu í blóðinum<o:p></o:p>
At hjúnini Lis Eklund og Jóhann í Niðristovu tora at fara undir at reka eitt slíkt Kaffihús í hesum tíðum, hevur sína orsøk. Tí meðan dýraru matstovunar lata aftur ein fyri og onnur eftir í flestu londum, hava sonevndu kaffihusini sjáldan verið so væl vitjaði sum nú. <o:p></o:p>
- Tað má nettup vera í ringum tíðum, at fólk hava brúk fyri at fara út at drekka ein góðan kaffimun og stressa av, uttan at tað nýtist at kosta alla verðina, sigur Lis Eklund.<o:p></o:p>
Hon veit, at til dømis í Reykjavík er kaffihúsni hjá ketuni Kaffitár smekkfull av fólki alla tíðina. Tí skuldi tað eisini undrað hana, um hetta ikki eisni fæst at bera til í Føroyum.<o:p></o:p>
Sjálv hevur Lis Eklund drúgvar royndir í matstovu- og gistingarvinnuni, bæði sum fyrrverandi stjóri á Hotel Føroyum umframt at hon hevur starvast í ymsum greinum í hesi vinnuni síðani hon var 18 ára gomul. Bæði pápi og abbi hennara vóru útlærdir tænarar, so Lis Eklund hetta onkursvegna liggur í blóðinum.<o:p></o:p>
- Mær hevur í øllum førum altíð dáma sera væl at hugna um gestir, og hetta at lata upp mína egnu kaffistovu er í grundini ein gamal dreymur, avdúkar Lis Eklund<o:p></o:p>
Fyri at geva nýggja Kaffihúsinum enn eitt bein at standa á, hava eigararnir leigað tvey høli á ovaru hæddini, sum tey fara at leiga út til fundarvirksemi og veitslur. Ætlanin er, at Kaffihúsið skal veita tær tænastur, sum virksemið á ovaru hæddini hevur tørv á.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>