N‡tt kafeteria í Vágsbotni

- Vit fara helst at leiga allan bygningin út við undantaki av einum stórum fundarhøli, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum um nýggja bygningin hjá felagnum

Bygningurin, har Karlsborg helt til, var so illa farin, at eigarin, sum er Fiskimannafelagið, gjørdi av at ríva hann niður og byggja nýggjan bygning í staðin fyri.

Arbeiðið at byggja nýggjan bygning er farið í gongd, og ætlanin er at nýggi bygningurin skal verða í fýra hæddum. Tað vil so siga í somu hædd, sum restin av lonini, men væl hægri enn gamli bygningurin var.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at meginparturin av nýggja bygninginum verður leigaður út.

Avgjørt er, at tað verður ein kafe ella kafeteria á niðastu hædd. Henda er longu leigað út. Men helst verður eisini restin av nýggja bygninginum leigað út. Felagið hevur sum so nóg mikið av plássi, men vit kundu kanska brúkt eitt stórt fundarhøli við plássi til nógv fólk. Restin verður so leigað út, sigur Jan Højgaard.

Hann hevur ikki byggingina um hendi sjálvur, men hann sigur, at ætlanin er at fáa arbeiðið frá hondini so skjótt sum tilber.

Framman undan er Kafe Vágsbotn í økinum, og sum skilst er ætlanin hjá bátafelagnum at byggja nýggjan bygning, og har hevur ljóðað, at niðasta hædd skal leigast út til eina írska pub. Hetta tykist eisini vera í tráð við ætlanina hjá býráðnum at gera Vágsbotn til eitt hungaligt umráði við pubbum og kafeum.

Nágreiniliga nær nýggi bygningurin hjá Fiskimannafelagnum skal standa liðugur er ikki púra greitt, men element verða nú sett upp, og tað er skjótur máti at byggja upp á.