Vaknaður er vársins songur, og við honum er eisini sprottið nýtt kór á framman undan blómandi trænum, við føroyskum kórum. Vága Gentukór fer at hava sína fyrstu almennu framførslu á Giljanesi sunnudagin. Leiðari er Ólavur Hátun.
Vága Gentukór fer at hava tvær konsertir saman við Vágakórinum. Tann fyrra verður í skúlaauluni á Giljanesi sunnudagin klokkan 17.00, og tann seinna verður í Kommunuskúlahøllini í Havn mánakvøldið klokkan 20.00.
Limirnir í gentukórinum eru gentur úr fjórða flokki og eldri í Sørvágs og Miðvágs- Sandavágs Skúlum. Genturnar hava við vælvild frá skúlunum vant nakrar feðrir í vetur í sonevndum longdum fríkorterum, eins og tær eisini hava havt nakrar veruliga kórvenjingar saman, greiðir Ólavur Hátún, kórleiðari, frá.
Ólavur Hátun heldur, at tað er framtíð í einum gentukóri í Vágum, og hann væntar enn dyggari undirtøku komandi vetur, sigur hann. Og so leggur hann skemtandi afturat, at tað kortini er mest at sammeta við gamlar knur, sum keypa sær pappageyk fyri at vit, hvussu gamal hann kann gerast, at hann, ein gamal maður, fer at tosa um framtíðarútlit hjá hesum ungu kórsangarum.
Men tað skilst á Ólavi, at hann hevur ikki mist hugin til kórsang enn. Minni enn so. Hann tosar um komandi vetur, sum var hann longu byrjaður, hóast tað valla er farið at grógva í haganum enn.
Saman við Vága Gentukóri fer eisini Vágakórið at hava konsert sunnudagin. Eisini har er Ólavur Hátún kórleiðari.
Vágakórið fer at framføra eldri og yngri føroyskar sangir saman við sangum á bæði týskum og enskum máli, sigur Ólavur. Og av tí, at konsertirnar eru um ta tíðina, norðmenn halda sín tjóðardag, verður eisini ein heilsa til teirra at hoyra á konsertini.
Vágakórið hevur havt ein virknan vetur, greiðir Ólavur Hátún frá. Almennu framførslurnar byrjaðu, sum siður er, í Miðvágs Kirkju fyrsta sunnudag í advent. Jólakonsertir vóru í Sørvág- og Sandavágs kirkjum, og jólaløta varð hildin í Bíggjar Kirkju. Kvøldseta var á Giljanesi í februar, og í Miðvág Kirkju varð saman við Ingu Poulsen Dam, presti, skipað fyri sangløtu, har sungnir vórðu sálmar, sum Dávid Johannesen, sóknarprestur í Vágum, hevur yrkt.