Tað eru hjúnini Jóhanna og Ólavur Johannessen, saman við Magni Husgaard um fara at taka sær av hesum kórinum.
- Kórið fer at venja bæði sálmar og sangir. Hesir verða ílætnir ein lættari búna, fyri eisini at fáa ungdómin við í kórið, upplýsir Jóhanna Johannesen fyri Rás2.
Øll sangáhugaði eru hjartaliga vælkomin at vera við í kórinum. Tey, ið ynskja at vera við í kórinum, eru vælkomin at siga frá hjá Jóhannu Johannesen, sum annars er urguleikari við Christianskirkjuna.
Tað áhugaverda í hesum sambandi er, at hetta er næsta ungdómskórið av slíkum slag sum er byrjað innanfyri stutta tíð í fólkakirkjuni.
Í heyst byrjaði eitt ungdómskór eisini í Gøtu kirkju. Tey hava longu sungið við fleiri høvi í kirkjuni og aðrastaðni við. Kórleiðari her er Símun Hammer – og er hann bróðir Jóhannu Johannesen.
- Fleiri fólk hava vent sær til mín, fyri at tosa um kórið. So vit vóna, at fleiri sangarar verða við, nú vit byrja týsdagin at venja.