Leygardagin verður fyrrapartskonsert í Havnar Kirkju, har kvinnukór fer at syngja verk eftir Verdi, Sunleifi Rasmussen, Paula í Sandagerði og øðrum. Talan er um kvinnukórið. Flóð, sum er eitt lutfalsliga nýtt kór, sum Benjamin Gaasedal stjórnar.
Flóð hevur sungið í næstan tvey ár, og í kórinum eru nakrir av fremstu og royndastu kórsangarunum í Føroyum, siga tey. Ein stórur partur av kórinum hevur sín uppruna í kórinum, Cantabile, sum í nógv ár hugtók áhoyrarar. Eitt sungu tey á fløgu saman við Hanusi G. Johansen.
Tey siga, at nú hevur Flóð ment seg til at verða eitt væl samansungið kór, sum syngur nógv. Eitt nú hava tey sungið á kórstevnu í Norðurlandahúsinum í farnu viku.
– Nú nýggja kórið stevnir ímóti hægri tindum, bjóðar Flóð til eina inniliga og serstaka konsert í Havnar Kirkju leygardagin, siga tey. Konsertin verður klokkan 11.30.










