Nýtt heimsmet í maraton

Kenyanski rennarin Patrick Makau setti í dag nýtt heimsmet, tá hann vann eina maraton-renning í Berlin. Tíðin hjá honum var 2.03,38 tímar, og tað er 21 sekund skjótari enn tað gamla metið hjá Haile Gebrselassie.

 

Á øðrum plássi var ein annar rennari úr Kenya, Stephen Kwelio Chemlany, sum brúkti 2.07,55 tímar um teinin.

 

Tann nú 38 ára gamli Gebrselassie, sum er úr Etiopia, hevur vunnið Berlin-maraton fýra ferðir fyrr, og hann var eisini við í renningini í Berlin í dag. Men hesaferð var hann ikki millum teir fremstu.

 

Fyri fimm mánaðum síðani vann Geoffrey Mutai úr Kenya eina maraton-renning í Boston við tíðini 2.03,02 tímar, men tað bleiv kortini ikki viðurkent sum heimsmet, tí kappingin varð ikki skipað eftir galdandi treytum.