Nýtt heimsmet á Marathon-teininum

Um vikuskiftið bleiv nýtt heimsmet sett á Marathon-teininum, tá Berlin Marathon var á skránni.

Tað var heimskendi ethiopiski rennarin, Haile Gebrselassie, sum setti nýggja heimsmetið við tíðini 2:04.26 tímar. Við hesum skar Gebrselassie 29 sekund av gamla metinum, sum eisini bleiv sett í Berlin fyri seks árum síðani. Haile Gebrselassie heldur annars, at hann sjálvur kann koma undir 2 tímar og 3 minuttir einaferð, men hann metir eisini, at rennarar í framtíðini fara at renna marathon teinin undir tveimum tímum.