Nýtt heimsmet er í eygsjón

KÍ kvinnurnar hava við sigri í toppdystinum í kvøld av álvara lagt seg á FM kós

Tær hava vunnið meistaraheitið seytjan ferðir á rað, og tað er heimsmet. Eftir at tær í kvøld vunnu toppdystin á heimavølli ímóti EBS/Skála 2-1, eru KÍ kvinnurnar stórfavorittar at vinna FM aftur í ár. Um tað eydnast, so verður talan um nýtt heimsmet. Einki lið nakra staðni í heiminum hevur megnað at vinna átjan meistaraheiti á rað.

EBS/Skála eigur í síðsta umfari heimadyst ímóti KÍ. Um liðini vinna allar dystirnar frá nú av og fram til kappingarlok, so fer EBS/Skála í síðsta umfari at hava møguleika at vinna seg upp á síðuna av KÍ, sum nú er trý stig frammanfyri EBS/Skála.

Trupulleikin hjá EBS/Skála er, at tær umframt at vinna trý stig inn á KÍ eisini skulu vinna eina rúgvu av málum inn á EBS/Skála. Málmunurin hjá KÍ er +61, og hjá EBS/Skála er hann +41.

 

Malena Josephsen legði KÍ framum eftir hornaspark. Tá var eitt korter farið. Tíggju minuttir undan leikloki økti Rannvá B. Andreasen til 2-0 við framúr máli, tá ið hon er spískum í vinstru og umvegis tvørtræið fluktaði bóltin í handara síðunetið.

 

Stutt undan leikloki kom spenningur í aftur, tá ið Margunn Lindholm við brotssparki minkaði um munin, men tað eydnaðist KÍ væl at halda tætt og verja fyri.

 

-Vit hugsa ikki um meistaraheitið. Nú fara vit at luttaka í Europa Cup. Næsta mótstøðuliðið í landskappingini verður HB, og so taka vit tað harfrá. Vit hugsa ongantíð meiri enn ein dyst fram, sigur KÍ liðformaðurin Malena Josephsen.

 

KÍ kvinnurnar fara fríggjamorgunin av landinum. Í næstu viku skulu tær luttaka í Europa Cup í Kroatia.

 

Í EB/Streyma leguni kendist vónbrotið vera øgiliga stórt. Venjarin Erik Nielsen ásannaði, at mótstøðuliðið hevði verið betri enn hansara lið:

-Vit megnaðu ikki at skapa stórar málmøguleikar, hóast vit høvdu bóltin nógv. Tá ið vit vóru á síðsta triðinginum funnu vit ikki hvørja aðra. KÍ verjan var sera væl skipað, og tær vóru heilt vandamiklar í mótálopum, sigur Erik Nielsen, sum hóast tapið fegnaðist um hugburðin hjá sínum spælarum:

 

-Hóast vit vóru aftanfyri 2-0, so vístu spælararnir, at tær trúðu upp á tingini. Um vit skulu vinna á KÍ, so krevst tað, at allar eru hugsavnaðar allar 90 minuttirnar, staðfesti EBS/Skála málverjin.

 

Merkisvert var tað, at ÍF/Víkingur í kvøld vann 3-1 í Sarpugerði ímóti B36. 

 

 

KÍ-EBS/Skála 2-1

ÍF/Víkingur-B36 3-1

HB-B68 3-0

 

Støðan eftir fjúrtan umfør

KÍ 39

EBS/Skála 36

HB 22

B36 12

ÍF/Víkingur 10

B68 6

 

Fimtanda umfar

Sunnudagin 20. august

B68-EBS/Skála

B36-HB

Sunnudagin 10. september

ÍF/Víkingur-KÍ

 

----

LIÐUGT

2-1

 

93) 2-1

KÍ hevur risa møguleika at økja um leiðsluna. Eyðvør Klakstein lyftir bóltin upp um verjuna til Liljuna Jacobsen, sum roynir seg við skoti, men Anna Hansen í EBS/Skála málinum bjargar meistarliga til horna.

 

90) 2-1

Fimm minuttir eru lagdir aftrat.

 

88) 2-1

Verjuspælarin Rakul Magnussen er futt fram í EBS/Skála álopið, og hon er vandamikil.

 

87) 2-1

2-1: Margunn Lindholm br

Nú vaknaðu áskoðararnir av álvara. Tað er sera spennandi í Klaksvík.

 

85) 2-0

Heidi Sevdal verður feld í gjøgnumbroti og Petur Reinert dømir brotsspark.

 

83) 2-0

Sanna Jacobsen avloysir Mariu K. Thomsen hjá KÍ.

 

82) 2-0

Ansy Sevdal roynir seg við langskoti, men bólturin fer væl við síðuna av KÍ málinum.

 

80) 2-0

Í løtuni luktar tað meiri av, at heimaliðið skal økja um leiðsluna, enn at tað skal eydnast EBS/Skála liðnum at minka um munin.

 

72) 2-0

Heidi Sevdal roynir við skoti, men bólturin verður blokeraður.

Sofía Purkhús fer av vøllinum, og í hennara stað verður sett Tórunn Højgaard Joensen inn á KÍ liðið.

 

69) 2-0

Sofía Purkhús vinnur bóltin av EBS/Skála verjuni og roynir seg úr spískum í høgru, men málverjin bjargar til horna. Tað endar við horna í vinstru, sum einki spyrst burturúr.

 

64) 2-0

Gudny Johannesen avloysir Evy á Lakjuni hjá KÍ.

Kára Djurhuus fer av vøllinum, og í hennara stað verður sett Lea Lisberg hjá EBS/Skála.

 

62) 2-0

2-0: Rannvá B. Andreasen

So er KÍ av álvara á sigurskós. Liljan Jacobsen lyfti fram í vinstru til Rannvá B. Andreasen, ið lyfti bóltin upp um verjuspælara, áðrenn hon heilfluktaði bóltin umvegis tvørtræið og í handara síðunetið. Eitt framúr flott mál og stórur fagnaður í KÍ leguni.

 

59) 1-0

Tað er stórur smeitur fyri EBS/Skála, at Fríðrún Danielsen fer skadd av vøllinum. Í hennara stað verður sett Randi Fagradal.

 

58) 1-0

Rannvá B. Andreasen smekkar til úr stórari fjarstøðu, og tað er ikki frítt vandamikið, áðrenn Anna Sunadóttir Hansen bjargar.

 

57) 1-0

Rannvá B. Andreasen er aftur á vøllinum.

 

55) 1-0

Tað er stórur skelkur í heimaleguni, nú KÍ veteranurin Rannvá B. Andreasen liggur skadd á vøllinum.

 

54) 1-0

Líkindini at spæla fótbólt eru fín í Klaksvík, og tað eru nógvir áskoðarar. Fleiri enn 300 er óvanliga nógv, tá ið tað er kvinnufótbóltur í Føroyum.

 

52) 1-0

Heidi Sevdal spælir seg snilt systrina Ansy Sevdal leysa. Ansy er í góðari støðu, tá ið hon smekkar til, men bólturin fer omanfyri málið.

 

49) 1-0

So var tætt við, at KÍ økti um munin, tá ið Sofía Purkhús, sum er fremst í KÍ álopinum var um reppið at verða spæld leys.

KÍ hevur eftir steðgin lagt fyri við stórum trýsti, og tað snýr seg hjá heimaliðnum at spæla við longum sendingum fram til Sofíu Purkhús, sum dugir ógvuliga væl at verja bóltin og bíða, inntil liðfelagarnir flyta seg longri fram á vøllin.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

45) 1-0

 

41) 1-0

So er EBS/Skála tætt við, men KÍ málverjin Ana Stonajovic er fyrst á, tá ið bólturin verður lagdur innfyri.

 

40) 1-0

Fínur KÍ møguleiki, sum endar við, at Eyðvør Klakstein smekkar til, og bólturin fer upp um málið.

 

30) 1-0

Nú gngur javnt á. Eftir KÍ leiðslumálið hevði heimaliðið tak á í eina løtu, men so svaraði EBS/Skála aftur, og nú er tað javnt.

 

15) 1-0

1-0: Malena Josephsen

Horna úr vinstru, sum Evy á Lakjuni legði innfyri. Malena Josephsen stútaði, tað varð bjargað á strikuni, og so var Malena Josephsen fyrst á.

 

10) 0-0

 

KÍ-EBS/Skála kl. 19.30

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Ana Stojanovic – Sofía Purkhús, Liljan Jacobsen, Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen, Evy á Lakjuni, Sigrid Jacobsen, Eyðvør Klakstein

EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen – Fríðrún Danielsen, Rúna Joensen, Rakul V. Magnussen, Heidi Sevdal, Birna T. Johannesen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm, Kára Djurhuus, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland