Nýtt heimsmet á 100 metrum

Asafa Powell gjørdist týskvøldið heimsins skjótasti maður nakrantíð.
Hetta gjørdist veruleiki, tá ið Powell, sum er av Jamaica, setti nýtt heimsmet á 100 metra teininum í renning í einari kapping í grikska høvuðsstaðnum Athen.
Asafa Powell rann teir 100 metrarnar í tíðini 9,77 sekund, og harvið slóg hann trý ára gamla metið hjá amerikumanninum Tim Montgomery, ið var 9,78 sekund.