Usain Bolt, heimsins skjótasti maður, setti um vikuskiftið enn eitt nýtt heimsmet. Hesa ferð rann hann 150 metrar upp á 14,35, og tað er nakað nógv skjótari enn canadiski Donovan Bailey, sum hevði gamla metið upp á 14,99. 150 metrar er ikki nakar vanligur teinur hjá sprintarum, men við nýggja metinum hevur Usain Bolt nú heimsmet á 100, 150 og 200 metrum.










