Nýtt handilsskip til Streymnes

Fyrrakvøldið kom nýggjasta skipið í flotanum, handilsskipið Vermland, á Hvalvík. Tað er Niels Andrias Mortensen í Streymnesi, sum hevur keypt skipið úr Hollandi

– Vit hava fingið eitt gott skip. Tað fer at sigla við alifóðri og øðrum innanskers í Norra, men onkur túrur verður nokk eisini til Ísland og aðrastaðni, sigur Niels Andrias Mortensen.

Tað var 25. juni, at felagið hjá Niels Andrias Mortensen, Sp/f Vermland, yvirtók skipið. Síðani hevur tað verið í Póllandi, har ymsar umbyggingar eru gjørdar.

– Vit hava siglt fyri Skretting síðani 2001. Síðstu árini hava vit havt skipið Vestland til hesa siglingina. Men virksemið er vaksið, og nú hava vit tvey skip og fara at sigla bæði fyri Skretting og Ewos, sum nú samstarva, sigur Niels Andrias Mortensen.

Vermland er bygt í 2008 og lastar 2700 tons av alifóðri, sum er tað dupulta í mun til Vestland. Skipið brúkar eisini lutfalsliga minni olju í mun til Vestland.

##med2##

Eftir ætlan skulu nakrar umbyggingar gerast afturat umborð í januar, tá ið blásiútgerð skal setast upp, skipið skal fáa síðuskrúvur, og ein skipan verður gjørd, so at skipið kann liggja við eitt alibrúk, uttan at neyðugt er at binda tað fast, eina sokallað DP-skipan.

Seks mans vera á hvørjari vakt, og teir verða umborð í fimm vikur og hava so frí í fimm vikur. Tríggir av hvørjari vakt eru fluttir av Vestland umborð á Vermland. Á tann hátt verða fólk við royndum á báðum vaktunum á báðum skipunum. Skiparar vera Johnny á Túgvu og Jonhard Jóanesarson.

Skipið er 90 metrar langt og 13,7 metrar breitt og eitur 2950 tons deyðvekt. Motorurin er ein 2000 Hk. Wartsila.