Nýtt handilshús reist í Vági

Leygardagin vórðu sperrurnar til nýggja handilsbygningin, Torgið, í Vági reistar. Tað eru Arni D. Brattaberg og Rakul Borg, sum standa aftanfyri Torgið, har m.a. ein stórur matvøruhandil skal húsast.

Arni D. Brattaberg sigur, at byggingin gongur sum ætlað, og tey vænta at lata upp í vár. Í handilsbygninginum verða umframt tann stóri matvøruhandilin eisini aðrir handlar.

Sum er, er eingin stórur handilsbygningur í Vági, so hetta kemur væl við hjá íbúgvunum í syðru helvt av Suðuroynni.