Nýtt hátalarakerv í Vágstún

Á býráðsfundi í Klaksvík týskvøldið samtykti býráðið millum annað, at eitt nýtt hátalarakerv skal setast upp í Vágstúni

Vágstún er ofta karmur um tiltøk og hátíðarløtur av ymsum slagi í Klaksvík, og saknur hevur verið í einum hátalarakervi, tí ofta hevur verið torført hjá fólki at hoyrt alt, sum gongur fyri seg.
Hetta sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at broytast við tí nýggja kervinum.
? Hetta verður eitt varðandi kerv. Sum er verður riggað til hvørjaferð okkurt skal verða í Vágstúni, men tað slepst so undan við nýggja kervinum. Tað kemur at standa har allatíðina, sigur hann.
Nýggja kervið kemur í kjalarvørrinum av broytingunum í økinum við Vágstún, síðani rundkoyringin kom, og heldur borgarstjórin, at tiltøk í Vágstúni framyvir fara at eydnast nógv betur framyvir við betraðu ljóðgóðskuni.