Havnar Arbeiðsmannafelag fer í næstum undir at byggja nýtt hús á Tnghúsvegnum Húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegnum út móti Bøkjarabrekku er ikki júst nakað prýði fyri býin. Haraftrat er tað í ringum standi.
Men í staðin fyri at umvæla hevur felagið valt at byggja nýtt.
Teknistovan Magnus hevur teknað húsið, sum Hans Joensen, formaður í felagnm sigur fer at vera eitt prýði fyri býin og ein stoltleiki fyri arbeiðsmannin.
Meðan húsið verður bygt, verður ein tunnil gjørdur eftir Tinghúsvegnum, so ferðslan kann ganga ótarnað.