Nýtt greinasavn eftir Jóanes Nielsen

Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur nú út Undergroundting II

Jóanes Nielsen, sum á donskum er aktuellur við yrkingasavninum "Sting" (Pentur) og fyribils hevur fingið framúr ummælir í donskum bløðum, letur nú frá sær annað savnið av blaðgreinum. Jóanes hevur í mong ár verið ein av okkara hvassastu greinskrivarum og mangur er hann, sum hevur følt sviðan av hansara viðmerkingum til ymisk fyribrigdi í føroyska samfelagnum.

Í drúgvum inngangi sigur høvundurin frá, hvaðani drívmegin til hesa skriving stavar, og hví hann hevur brúk fyri henni. Hann sigur eisini, hvat tað er, hann ger, og hvat hann metir seg vera: "At vera lortabyttusvingari, tað er nakað serligt. Tað er nakað, sum skarar framúr. Ein sovorðin við eg vera. Eg sýti at levera míni nossur á tað kapitalistiska silvurfatið".

Jóanes fortelur somuleiðis í innganginum, hvussu hann bleiv yrkjari, hvussu korini vóru, og hvørjar avleiðingar tað hevði bæði fyri hann sjálvan og familjuna. Kostnaðurin var ikki eingin.

Greinirnar í "Undergroundting II" fevna frá umrøðum av arbeiðsviðurskiftum, um minningarorð um Rólant Samuelsen til lýsing av bryggjunum í Havn. Lesarin kann væntin seta seg at lesa Jóanes Nielsen, og er hann ikki altíð samdur við høvundinum, kann hann taka til eftirtektar, at tað er frægari at raka við síðuna av enn slettis ikki at raka.

"Undergroundting II" er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Savnið er 141 síður til longdar og kostar 198 krónur. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.