Nýtt graslíki á veg til Klaksvíkar

Í fyrstu atløgu er talan bert um nakrar fáar fermetrar, sum skulu roynast í vetur, men er úrslitið nøktandi, verður talan kanska um ein spildurnýggjan vøll til klaksvíkingar

Graslíki


Fyri rúmari tíð síðani skrivaðu vit, at Klaksvíkar Kommuna var farið í samráðingar við týska felagið, sum hevði latið nýggja graslíkisvøllin í Klaksvík.

Hetti hendi, tá tað vísti seg, at vøllurin í Klaksvík ikki er førur fyri at taka ímóti stóru vatnmongdunum, sum eru, tá glopraregn herjar klettar okkara.


Loysn í eygsjón

Av heimasíðuni hjá KÍ frættist nú, at ein loysn er í eygsjón hesum viðvíkjandi.

Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, sigur við Sosialin, at enn er so ikki komið á mál hesum viðvíkjandi, men at tær tó eru komnir nakað ávegis.

- Partarnir hava verið í samráðingum í longri tíð, og fyri fyrst eru partarnir so komnir til hvør sína niðurstøðu fíggjarliga. Enn eru vit tó ikki heilt nøgdir við teirra støðu í málinum, men teir hava tó flutt seg nógv í spurninginum higartil, sigur Jógvan við Keldur.

Víðari sigur hann, at umboð hjá Klaksvíkar Býráð hava verið í München og Frankfurt, har tey hava hugt eftir møguligum nýggjum vallum.

- Her er nakað nýtt komið fram, tí tað vísir seg, at týskarar nú eisini eru byrjaðir við eini nýggjari konstruktión, har gummikúlur verða lagdar omaná sandin, ístaðin fyri at eitt skúmlag verður lagt undir sandin. Gummikúlurnar hava sama eginleika sum skúmlagið soleiðis at vøllurin gerst bleytari, men harumframt eru fleiri aðrir fyrimunir. Ein av hesum er, at vøllurin betri er førur fyri at taka ímóti nógvum vatni, tí kúlurnar í størri mun lata hetta seyra ígjøgnum vøllin.

Harumframt letur eisini til, at mótstøðan av kúlunum er minni, enn hon er av vanliga sandinum, og tí gerst vandin fyri teimum skaðum, sum ofta sermerkja graslíkisvallir, minni. Hetta eru aloftast skaðar, sum íkoma, tí leikarar at kalla standa fastir á vøllinum.

- Fyri fyrst hava vit so gjørt av, at vit í vetur fáa nakrar fermetrar av hesum slagnum av graslíki heim, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu veður og vindur her hjá okkum fara við vøllinum. Alt eftir úrslitunum av hesum royndum, fara vit so at gera av, hvussu farast skal víðari í málinum.


Skúmið ov kompakt

Trupulleikin við gamla vøllinum, sum tó ikki er eldri enn tvey ár, er, at sonevnda skúmlagið, sum liggur undir vøllinum, er ov kompakt. Hetta hevur viðført, at vatnið ikki hevur seyrað ígjøgnum í nóg stóran mun, og tí íkoma stórir hyljar, tá nógv regn er.

Besta dømi um hetta mundi vera seinasti dysturin í fótbóltskappingini í fjør millum KÍ og ÍF. Hevði tað ikki verið týdningin av dystinum (KÍ vann FM og ÍF flutti niður), mundi tað verið ivasamt, um dysturin yvirhøvur skuldi leikast, somikið nógv vatn var á vøllinum.

Sum sagt, so verður talan í fyrstu atløgu um eina royndartíð, tí í Klaksvík eru tey ikki serliga áhugað í at fremja enn eitt mistak hesum viðvíkandi.

- Ikki tí, vit fingu góða hjálp frá serkunnleikanum, tá núverandi vøllurin varð lagdur á, men tað fara altíð at verða mistøk, sum man ikki fær vart seg fyri, sigur Jógvan við Keldu.

Hvussu stórur kostnaðurin av einum nýggjum vølli verður, vil borgarstjórin einki siga um, tí sum sagt, so vilja teir hava týska veitaran at førka seg nakað afturat. Jógvan við Keldu leggur tó dent á, at talan so langt ífrá verður um eina íløgu, sum svarar til ein nýggjan vøll.