Viðingar fáa um stutta tíð aftur ein graslíkisvøll. Í einari av ódnunum, sum leikaðu í fjør fór graslíksvøllurin á Viðareiði.
Í dag var so sáttmáli undirskrivaður á Viðareiði millum Viðareiðis Kommunu og fyritøkuna LAIDERZ, sum framleiðir graslíkisvallir. Talan er um tað nýggja slagið av graslíki til fótbólt, uttan innfyllu. Einki svart gummi verður at dragast við hjá teimum, sum koma at spæla og venja á vøllinum. Tann fyrri vøllurin, sum fórst í ódnini í fjør var eisini uttan gummiinnfyllu.
Á myndini síggjast borgarstjórin í Viðareiðis kommunu, Hans Jákup Kalsberg og Trine Laiderz frá fyritøkuni LAIDERZ skriva undir sáttmálan fyrr í dag. Talan er um vøllin, sum liggur beint við kenda gistingarhúsið Hotel Norð.