Nýtt graslíki í Gundadali

Fótbóltur - Graslíki á niðara fótbóltsvøllinum í Gundadali verður nú skift

Gamla graslíkið er longu tikið av, og nú verður skjótt farið und­ir at leggja nýggja gras­líkið á.
Vøllurin var seinast skiftur í 2005. Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at tað vóru ymisk mistøk við gamla graslíkinum. Tað er partur av garantinum, at nýtt undirlag verður lagt á.
Nýggja graslíkið er sama slag sum á fótbóltsvøllinum á Argjum.