Graslíki
Fleiri staðni kring landið eru menn nú í ferð við at slíta næsta lagið av kunstigum undirlendi. Tað eru eini 18 ár síðani, at fyrstu graslíkisvøllirnar vórðu lagdir her á landi, og tá varð roknað við, at eftir tíggju árum skuldi skiftast, so hetta er neyvan annað enn ein náttúrlig gongd.
Av teimum undirløgunum, sum nú eru í nýtslu, er tað á Toftum so nógv tað elsta. Svangaskarð var í 1987 næsti vøllurin, har graslíki varð lagt á, og er talan soleiðis um ein 17 ára gamlan vøll. Slitið hevur sjálvsagt gjørt sítt við vøllin, og seinnu árini hevur ofta verið tosað um góðskuna á vøllinum, sum í støðum hevur verið fullkomuliga niðurslitin.
Nú verður tó nýtt gras lagt á. Enn er ein heimadystur á skránni í steypakappingini, men so skjótt gøtumenn eru farnir av vøllinum komandi vikuskifti, verður farið undir at skifta undirlagið.
Um veðrið er til vildar, so skuldi hetta ikki tikið meira enn einar 10 dagar, og sostatt skuldi vøllurin verið klárur at tikið í nýtslu, tá toftamenn 2. mai spæla fyrsta heimadystin í landskappingini.
Vøllurin, sum talan nú er um, er sjávlandi av nýggja triðja ættarliðs graslíkinum.










