HALDARSVÍK
Sunda kommuna hevur í seinastuni bygt eitt nýtt grótkast sunnanvert bygdina í Haldarsvík - á leiðini, har alingin heldur til.
Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at nakað av gróti er lagt út eystureftir, men ætlanin er at sleppa nakað longur eystur við grótkastinum.
Hann sigur, at arbeiði er gjørt í vetur og grótið, sum er brúkt, er tikið úr grótbrotinum norðan fyri bygdina í Haldarsvík.
- Hetta grótbrot, sum ikki er nøkur vøkur sjón í náttúruni, varð gjørt, tá havnalagið í Haldarsvík í sínari tíð varð bygt. Her lógu nakrir túsund rúmmetrar av leysum gróti, sum nú eru lagdir út frá landi har suðuri á havnalagnum.
Trygvi K. Joensen sigur, at kommunan fer at royna at hampa økið, har grótbrotið er, og óhugsandi er ikki, at hetta kann brúkast til eitt hvørt skilagott.
- Mær kunnugt er tað landsynningurin, sum við hvørt kann spæla eitt puss í Haldarsvík, men við nýggja grótkastinum skuldi í størri mun verið byrgt upp fyri hesum, sigur formaðurin í teknisku nevnd.