Annika B. Mortensen
?????????????????
Tá eg ringdi til Eirik, umborð á Grana, segði hann seg verða ógvuliga spentan og hann vónar at ferðafólkatalið til oynna fer at batna nú nýggi Smyril kemur. Eirikur sigur at alt er við at verða liðugt undir Heygnum, "nú skal bara ruddast, vaskast og so skulu nakrar myndir heingjast upp".
"Gistingarhúsið undir Heygnum" er tað fyrst av sínum slagið har suðri. Eingin matstova er, men gestir hava atgongd til køk við øllum hentleikum og møguleiki verður eisini at bíleggja mat uttanífrá. Kostnaðurin fyri eitt dupult kamar verður 350 kr, eitt einstakt kamar kostar 200 kr og eitt høli er eisini ið nýtast kann til vallaraheim. Uttanum gistingarhúsið er væl avbyrgt, so børn kunnu spæla, og atgongd er eisini fyri avlamisakfør. Oman ímóti sjóvarmálanum er eitt stórt øki har møguleiki verður at sita og njóta útsýni tá góðveður er.
Niðri við sjóvarmálan er ein nýggj bátabryggjuna. Eirikur hevur keypt ein deksbát, sum skal liggja við bryggjuna og ætlanin er at gera túrar runt oynna at dyrgja og fiska við tráðu. Pláss verður fyri 12 fólkum umborð. Ein árabátur verður eisini til taks. Hesin skal brúkast til at fara út í fjørðin við. Møguleiki skal samstundis verða hjá seglbátum at leggja at við bryggjuna undir Heygnum, og ferðafólk kunnu so baða sær og fáa ein kaffimunn í gistingarhúsinum.
Eirikur hevur eisini hús í Fámjin og um alt kongur eftir ætlan, kunnu gestir á Gistingarhúsinum í framtíðini fara útferðir til Fámjins. Hetta hugskotið hevur Eirikur fingið av tí at veðurlíkindini í Suðri ofta eru so, at tá mjørki er á Tvøroyri er klárt í Fámjin og øvugt.
"Gistingarhúsið undir Heygnum" fer at lata upp um nakrar vikur og sambært Eiriki hava umleið tjúgu fólk longu bílagt pláss til miðskeiðis í mai mánaða.









