Nýtt gass­fund nær markið

Franska oljufelagið Total hevur gjørt enn eitt gassfund vestan fyri Hetland. Hetta sigur felagið frá í tíðindaskrivi. Tal­an er um eitt fund ikki so langt frá Lagg­an og Tormore gass­keldunum, sum fe­lagið er í ferð við at út­byggja til fram­leiðslu. Hesi liggja ikki so langt frá før­oyska markinum.
Nýggjasta fund­ið Edradour kem­ur væl við hjá fe­lag­num og tess partn­ara DONG. Total er fyr­i­støðu­felag og eig­ur 75%, með­an Dong eigur hini 25%. Total er júst í ferð við ta fyrstu gass­út­bygg­ing­ina vest­an fyri Het­land, sum er mett at kosta um­leið 20 milli­ard­ir krón­ur. Fyrsta gass­­­ið er vænt­að í 2014. Í løt­uni verð­ur ein risa­stór gassverksmiðja bygd í Hetlandi at taka ímóti gass­in­um. At nýggj gass­fund verða gjørd í granna­lagn­um kem­ur væl við, tí hesi kunnu so bind­ast uppí høvuðs­út­búnaðin á Laggan­felt­inum. Tað ger so stóru íløguna trygg­ari.
Hetta eru eisini góð tíðindi fyri før­oyska oljufelagið Faroe Petroleum, sum herfyri fekk til­lut­að eitt leiti­loyvi nær­hendis Edraour­fund­in­um, kall­að Aileen. Hetta loyvi hevur Faroe Petrol­eum sam­an við týska fe­­lag­num EON. FP er fyri­støðufelag og hava bæði feløg­ini 50% ogn­arlut hvør. Graham Ste­­­­wart, stjóri í Faroe Petroleum er bjart­skygdur um Aileen, sum liggur tætt við eitt annað loyvi hjá felagnum, Freya, ið helst verður borað í næstu framtíð. Mett verður at har er heldur olja enn gass.