Seinnu árini hevur Flogbóltssamband Føroya á hvørjum ári leigað sær serligt flogbóltsgólv úr Danmark til árligu steypafinalurnar. Nú FBF so keypt gólvið fyri nærum 300.000 krónur.
Altjóða viðurkent
Nýggja gólvið, sum Flogbóltssambandið hevur keypt úr Fraklandi, verður eisini nevnt Taraflex-gólv, og hetta er gólv, sum verður nýtt í øllum stórum altjóða kappingum. Gólvið er av merkinum Gerfloor, og tað er altjóða viðurkent.
Tá ið finalurnar verða leiktar leygardagin, verður sjálvur vøllurin appelsinlittur, og alt øki kring vøllin verður grønt. Á henda hátt slepst undan øllum teimum mongu strikum og øðrum, sum er í vanliga hallargólvinum.
Formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Magnus Tausen, sigur, at FBF hevur í eina tíð arbeitt við ætlanini um at keypa sítt egna gólv, og nú er tað so veruleiki.
- Gólvið hevur roynst sera væl seinastu árini, og høllin hevur tikið seg sera væl út - tað hevur verið sum at koma inn í eina nýggja høll. Ljósið í høllini hevur verið nógv betri enn vanligt, og gólvið hevur tikið seg sera væl út í høllini, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.
Formaðurin leggur afturat, at eisini lýsingarnar kring vøllin koma nógv betur til sín rætt við nýggja gólvinum.
Umframt at nýta nýggja gólvið til árligu steypafinalurnar, so er ætlanin eisini, at gólvið skal nýtast í einum tiltaki fyri yngru deildunum, og harumframt verður eisini arbeitt við at fáa altjóða dystir og kappingar til landið.










