Flogbóltur
Síðani flogbólturin fyri trimum árum síðani fekk sína egnu steypakapping, hevur hetta í nógvar mátar verið mett sum eitt slag av flaggskipi hjá flogbóltinum. Finaludystirnir hava verið varpaðir beinleiðis í bæði út- og sjónvarpi, og yvir høvur hevur tað hepnast sera væl at draga áskoðararnar hjá ymsu feløgum við, soleiðis at talan mest sum altíð hevur verið um fullsetta høll.
Og tað tykist eisini so, at tað alla tíðina verður arbeitt miðvíst við at gera karmarnir kring finaludystirnar enn betri. Eitt nú hevur talan á hvørjum ári verið um altjóða dómara, sum er komin higar at døma finaludystirnar.
Og árið í ár er so einki undantak í so máta. Tað hevur longu verið nevnt, at ætlanin er at seta stórskíggja upp í høllini, soleiðis at áskoðararnir fáa fylgt enn betri við dystinum, og nú er so enn eitt stig tikið rætta vegin. Flogbóltssambandið hevur nevnliga gjørt av, at finaludystirnir í ár skulu spælast á sokallaðum taraflexc-gólvið, sum vanliga verður nýtt til allar stórar kappingar uttanlands.