Nýtt fyribyrgingarráð

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur sett Fyribyrgingarráðið av nýggjum

Fyribyrgingarráð

Í Fyribyrgingarráðnum eru 7 limir. Tey, ið nú manna Fyribyrgingarráðið, eru Pál Weihe, yvirlækni, Marjun Berg, sosialráðgevi, Kári Rasmussen, kommunulækni, Bjarta Vilhelm, leiðandi heilsufrøðingur, Beinta Mohr Leo, kostráðgevi, Torfinn Højgaard, lærari og Jens Jensen, løgreglumaður.
Landsstýrismaðurin hevur valt Pál Weihe til formann, og Beintu Mohr Leo til næstforkvinnu í Fyribyrgingarráðnum.
Fyribyrgingarráðið hevur til uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum.
Lógargrundarlagið undir Fyribyrgingarráðnum er løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000.