Nýtt frá Yrkisdeplinum

Ársfrágreiðingin hjá Yrkisútbúgvingarráðnum er nú latin almenninginum. Fragreiðingin er fyri ráðssetuna 2003/2004. Hon er ritstjórnað av Yrkisdeplinum og ráðsformanninum í Yrkisútbúgvingarráðnum, Alfred Petersen, sum er valdur av landsstýrismanninum. Kunnað verður um virksemið hjá ráðnum, yrkisnevndunum og Yrkisdeplinum. Harumframt er yvirlit yvir ráðslimir, varalimir og skúlaumboð. Viðheftur frágreiðingini er bóklingur um yrkisútbúgvingarnar. Læraratilgongdin 2003 er eisini lýst. Lesið meir um Yrkisdepilin á heimasíðuni www.yrkisdepilin.fo.
 
-hkm