Nýtt frá upploysta Joy Division

Hóast oddamaðurin Ian Curtist gjørdi av við seg í 1980, so livir bólkur hansara Joy Division framvegis millum manna. Slóðbrótandi new wave bólkurin úr enska býnum Manchester selir framvegis væl og eigur sambært tónleikakønum serligt pláss í tónleikasøguni. Hetta hevur plátufelagið hjá bólkinum sansað og útgevur nú allar sangirnar frá teimum trimum útgávunum ?Unknown Pleasures?, ?Closer? og ?Still? umframt sangir, sum ikki eru útgivnir áður. Talan er um sera umfatandi song-røð, sum eisini umfatar fýra konsertupptøkur í fullari longd. Alt hetta kann fáast bæði á fløgu og vinyl frá 10. september. Sama dag verður - neyvan av tilvild - eisini størsta hittið hjá bólkinum ?Love Will Tear Us Apart? endurútgivið.

 

Stóra savnsútgávan kemur út áleið samstundis sum filmurin ?Control? eftir Anton Cordijns, ið júst snýr seg um lív og deyða Ian Curtis´. Hetta er neyvan heldur av tilvild.

 

Listin av konsert-løgum skal sambært plátufelagnum geva eina ábending um, ymsu luftløgunum Joy Division ferðaðust í gjøgnum teirra annars stuttu yrkisleið. Sostatt ganga fleiri løg aftur á umfatandi útgávuni. Her er listin:

 

´Isolation´

´The Eternal´

´Ice Age´

´Disorder´

´The Sound Of Music´

´The Eternal´

´The Sound Of Music´ (sound check)

´A Means To An End´

´Colony´

´24 Hours´

´Isoloation´

´Love Will Tear Us Apart´

´Disorder´

´Atrocity Exhibition´

 

´Dead Souls´

´Glass´

´A Means To An End´

´24 Hours´

´Shadowplay´

´Insight´

´Colony´

´These Days´

´Love Will Tear Us Apart´

´Isolation´

´The Eternal´

´Digital´

 

´Dead Souls´

´The Only Mistake´

´Insight´

´Candidate´

´Wilderness´

´She´s Lost Control´

´Shadowplay´

´Disorder´

´Interzone´

´Atrocity Exhibition´

´Novelty´

´Transmission´

´Novelty´ (Mono)

´Transmission´ (Mono)

´Love Will Tear Us Apart´

´Glass´?