Eini 70-80 fólk høvdu fríggjakvøldið leitað sær á konsert hjá Teiti á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn. Tey upplivdu ein mann, ein gittar eitt flygul og eina rúgvu av nýggjum løgum kryddað við onkrum eldri lagi.
Konsertin var framúrskarandi góð. Hon var býtt í tvey sett. Tað fyrsta var á tremur við nýggjum spennandi løgum, við bert einum lagið av Poetry & Aeroplanes. Í seinna setti var pláss fyri løgum sum Sleeping with the Lights on, Josephine, Youre the ocean, Lets go dancing og Amandas Dream. Men har vóru sanniliga eisini fleiri nýggj løg. Konsertin var forkunnug, og gav innlit í hvussu komandi fløgan hjá Teiti verður. Nýggju løgini vóru frekari, myrkari, daprari og meira viðkomandi enn tey av fyrru fløguni. Tað var sum um okkurt Nick Cave kent var yvir nógvum av nýggju løgunum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Trygg byrjan
Konsertin byrjaði trygt, við lagnum Shade of a Shadow av Poetry & Aeroplanes, lagið er ikki besta lagið hjá Teiti, men heldur ikki tað ringasta. tað tyktist sum ein bleyt byrjan á eina fitta hit-konsert. Uttan bólkin og uttan vanliga ljóðmannin Jónas var tað kanska væntandi, at Teitur ikki gjørdi tað stóra hóvastákið, men so varð ikki.
Hetta sá man longu í næsta lagi, tí nýggja Baby you dont ever have to see me again. Hetta er eitt sterkt lag, sum á ein skitnan og eitt sindur beiskan máta er so øgiliga vakurt. lagið klæddi eisini væl henda bera formin, við einans kassagittara og rødd.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skrivar enn á føroyskum
Hóast Teitur hevur spælt nógvar hundra konsertir í USA og Evropa seinastu árini, skrivar hann enn løg við føroyskum teksti. Triðja lagið á skránni Andvekur var eitt dømi um hetta. Lagið var spildurnýtt, so nýtt, at Teitur bert hevði spælt tað eina ferð áður, tað var, tá hann tók tað upp. Hetta lagið var eitt av bestu løgunum á kvøldinum, øgiliga orkumikið, á tremur við sterkum myrkum kenslum. Eisini føroysku orðini vóru framúr góð. Teitur hevur alsamt ment seg sum tekstskrivara. Hann dugir væl at skriva júst tey røttu orðini til júst tað rætta lagið.
Lagið Hitchiker, sum Teitur í seinastuni hevur spælt saman við 200 í eini sera diabolskar útsetting, slapp eisini við á skránna, og við kassagittara og sangi er lagið ein sonn Murder Ballad, myrkt men glatt á ein ræðandi hátt. Eitt dapurt lag um mannin sum kanska hevur dripið eina kvinnu.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Um at skjóta í mjørka
Lagið Guilt by associaton er ein annarleiðis og verulig Murder Ballad um ein ungan mann, sum saman við einum vinmanni er úti og skjýtur í mjørka, og vinmaðurin drepur í ósketni ein mann. Hetta er skrivað um eina veruliga hending í Føroyum. Orðini The thing is we thought we shot a dog, we sure didnt see at man in the fog, virka absurd men samstundis sera sterk. Kenslurnar hjá hesum unga manni, verða málaðir í hesum vakra popplagi.
Akkordirnar eru akkurát tær somu, sum í lagnum Havið av Sólin og Regnið, og fyri at tryggja sær, at vit ikki vóru lumpaði til at halda, at talan var um tvey ymisk løg, legði Teitur løgini lið um lið á spæliskránni.
Guilt by association og eitt annað av nýggju løgunum I run the Carrousell høvdu bæði henda myrka dám, men ljóðaðu samstundis, sum tey kundu havt verið á Poetry & Aeroplanes. Tey fingu tí á onkran hátt ein leiklut sum bindilið millum gamla og nýggja tilfarið.
Fyrra settið endaði við Great Balls of Fire, sum Teitur tolkar á sín heilt egna hátt. Tann fullkomiliga svaki teksturin kemur til sín rætt í hesi tolking. Teitur segði at hetta var hansara heilsan til Jerry Lee Lewis, og at hetta var soleiðis, sum Jerry veruliga kendi seg. Eg havi hoyrt tríggjar útsetingar hjá Teiti av hesum lagnum, eina við strúkarum, eina við Teitur trio og fríggjakvøldið við Teitur og flygel, henda seinasta útseting var enn svakligari enn hinar, og riggaði ótrúliga væl.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Næstan keðiliga trygt
Sleeping with the lights on, sum var fyrsta lag í næsta setti, tyktist næstan keðiliga tryggur í mun til alt tað nýggja, myrka og spennandi í fyrsta setti. Tí var tað gott, at hann beinanvegin fór víðari til nýggj løg, tað fyrsta var eitt 80ara kent rokklag, ljóðaði eitt sindur av ELO, sum vit ikki fingu navnið á. Hóast lagið var gott, so var flygel og rødd ikki heilt rætti formurin at spæla tað í, tað sama kann sigast um tey bæði næstu løgini Last kid on the playground og Louie Louie. Teitur royndi at ljóða sum eitt rokkorkestur, men hann er bara ein maður.
Hesa løtuna var konsertin meira stuttlig og forkunnug enn góð. Lagið Josephine, ið er eitt av betru løgunum á Poetry & Aeroplanes, kom síðan, men á onkran hátt livdi Teitur ikki við í lagnum, har tyktist at vera ein frástøða, tað tyktist ikki so persónligt, sum nógv av hinum.
Men hetta broyttist tá nýggja lagið When I did everything slowly kom á skránna. Lagið var sera fitt og pent, og Teitur virkaði aftur 100%.
Danska íkasti á spæliskránni hjá Teiti var lagið sum Teitur syngur á H.C. Andersens drømme. Peter Laugesen hevur skriva orðini og Nikolaj Nørlund lagið. Tað var eitt púra svakt men ordiliga gott lag.
Youre the ocean, Lets go dancing og Amandas Dream øll av Poetry & Aeroplanes, endaðu fantastisku Teitur konsertina, her var tað serliga Lets go dancing, sum fekk veingir, og varð spælt í eini betri útgávu enn eg nakrantíð havi hoyrt tað áður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eingi eykaløg
Teitur hevði eingi eykaløg á skránni, so tá hann var róptur út aftur, spurdi hann fólk hvat tey vildu hoyra, tá onkur bað um føroysk løg sang hann Sólin og Regnið, Regnið og endaði við nýggja lagnum Cloud Gazing