Nýtt frá Øssuri Mohr í Keypmannahavn

Listamaðurin Øssur Mohr er farin til Keypmannahavnar, har hann í morgin letur upp framsýning við nýggjum verkum.

Eins og so ofta áður er tað Galleri Sct Gertrud, ið leggur høli til málningarnar hjá Øssuri Mohr.

Til ferniseringina í morgin spælir Stanley Samuelsen.

Í vetur kom út bók um listamannin og málningalist hansara, sum Ole Lindboe hevur skrivað. Bókin lýsir yrkisleiðina hjá Øssuri Mohr, sum í útvið 25 ár hevur fingist við at mála, og í dag livir av síni list. Bókin, ið er á føroyskum, donskum og enskum, ber heitið "Glæman av fjøllum."

Framsýningin hjá Øssuri Mohr í Keypmannahavn er í Galleri Sct Gertrud, Møntergade 10. Fernisering er frá klokkan 12 til 16, og framsýningin er opin til 2. februar.